Rógvi Nybo
Sambært arbeiðssetninginum skuldi arbeiðsbólkurin, ið situr við arbeiðinum at gera tilmæli til landsstýrið um eitt føroyskt fátækramark, koma við sínum tilmælum í apríl 2013. Men enn er einki komið frá arbeiðsbólkinum.
Heri Petersen, fulltrúi í Almannamálaráðnum, er formaður í arbeiðsbólkinum. Sambært honum eru tað fleiri viðurskifti, ið gera, at arbeiðið dregur út.
- Tað eru fleiri orsøkir til, at vit ikki eru komin á mál enn. Eitt er, at arbeiðsbólkurin ikki arbeiðir fulla tíð við arbeiðinum. Arbeiðið verður skipað viðsíðunaav teimum dagligu skyldunum, og ofta stinga aðrar arbeiðsuppgávur seg upp í millum. Harafturat bíða vit enn eftir einari kanning, sum útgreinar hvat kostnaðarstøðið er hjá einum vanligum húski at búgva í Føroyum, sigur Heri Petersen, formaður í arbeiðsbólkinum.
Enn í kjakstøðu
Ein av stóru spurningunum, ið arbeiðsbólkurin eisini skal viðgerða, er hvat eitt fátækramark skal nýtast til.
- Vit eru enn í eini kjakstøðu, har vit taka fakliga kjakið um, hvat eitt fátækramark skal nýtast til. Í mánadagsblaðnum skrivaðu tit, at endamálið við at ástea eitt fátækramark er sjálvandi at binda myndugleikarnar til at tryggja, at eingin borgari fer niður um markið, og at fátækramarkið havið verður eitt stýringsamboð fyri sosialpolitikkin. Tað kann onkur kanska vænta, men tað er ógvuliga fá lond, ið nyta fátækramarkið til nakað so konkret, og tað valdast frá landi til land, hvussu tað verður nýtt. Vit eru enn í diskussjón um, hvussu fátækramarkið skal nýtast, greiðir Heri Petersen frá.
Eftir summarfrítíðina
Heri Petersen er varin við at spáa um, nær arbeiðið at skriva tilmælið verður liðugt. Men hann sigur, at arbeiðið verður liðugt einaferð eftir summarferiuna.
- Tað er kanska ikki beint eftir summarferiuna, men eg sigi heldur ikki at tað verður í vetur, sigur formaðurin í arbeiðsbólkinum.
Eitt leyst boð, ið Sonja Jógvansdóttir, sum somuleiðis er partur av arbeiðsbólkinum, herfyri nevndi í samrøðu við Sosialin, er at arbeiðið er komið á mál í heyst.
- Og hetta er hóast alt eitt fátækramark, vit tosa um. Tað er ikki bara bara at áseta eitt fátækramark, staðfestir Heri Petersen.
rogvi@sosialurin.fo
Arbeiðssetningurin
Hesi eru høvuðspunktini í arbeissetninginum hjá arbeiðsbólkurin, ið 1. apríl 2013 skuldi handa landsstýrinum síni tilmæli um eitt fátækramark í Føroyum:
• Eyðmerkja og lýsa orsøkir til at fólk liva í fátækradømi,
• Nágreina, hvat eitt fátækramark skal brúkast til,
• Lýsa ymsar hættir at áseta fátækramørk,
• Greina og meta um, hvør háttur og hvørjar dátur skulu vera grundarlag fyri einum føroyskum fátækramarki og harvið gera tilmæli um, hvussu eitt føroyskt fátækramark skal ásetast
Arbeiðsbólkurin
Hesi manna fakliga arbeiðsbólkin, ið skal skriva tilmæli um fátækramark:
Heri Petersen, formaður
Høgni Vilhelm
Marjun Berg
Sonja Jógvansdóttir
Michael Feldballe
Jóannes Jacobsen
Miðalinntøka og miðinntøka
Miðalinntøka
Fyri at finna miðalinntøkuna leggur tú allar inntøkurnar saman og býtir við talinum av inntøkum. Hevur tú fimm ymiskar inntøkur á 10.000 kr, 12.000 kr, 18.000 kr, 25.000 kr og 50.000 kr, so er miðalinntøkan 23.000 krónur.
Miðinntøka (Medianinntøka)
Miðinntøkan er tann mittasta inntøkan, har helvtin av borgarunum hava minni ella størri inntøku. Hetta er ikki tað sama sum miðalinntøkan. Eru eitt nú fimm ymiskar inntøkur á 10.000 kr, 12.000 kr, 18.000 kr, 25.000 kr og 50.000 kr, so er miðinntøkan 18.000 krónur.
Fátækramark og fátækraváði
Fátækraváði
Parturin av fólki í fátækraváða er sambært ES mátinum tann parturin av fólkunum, sum hevur minni inntøku enn 60% av miðinntøkuni.
Fátækramark
Í Føroyum er einki fátækramark ásett. Danmark hevur fyri einum mánaði síðani ásett eitt fátækramark, har tú ert fíggjarliga fátækur, um tú hevur eina minni inntøku enn 50% av miðinntøkuni – hetta er eitt lægri mark enn ES mátið, ið nýtir 60% av miðinntøkuni.