Fátækramark ásetast í Føroyum

Fleiri politikarar halda, at vit eiga at áseta eitt minstamark fyri, hvussu nógv fólk skulu hava eftir at liva fyri, tá ið allar útreiðslur eru betaltar Vit eiga at áseta eitt minstamark fyri, hvussu nógv eitt húski ella ein einsamallur uppihaldari skal hava eftir at liva fyri um mánaðin, tá ið allar útreiðslur eru goldnar.

Tað kom fram á almenna valfundinum í Sjónleikarahúsinum í kvøld

Tað var ein einsamøll mamma, sum spurdi, hvat politikarar eru sinnaðir at gera fyri at tryggja, at einsamallir uppihaldarar klárar seg.

Nógvir einsamallir uppialdarar klára seg ikki og tað eru ógvuliga fáir, sum hava nakað eyka at krydda tilveruna við.

Katrin Dahl Jacobsen var púra samd og hon helt, at vit kundu kanska enntá kalla tað eitt fátækramark.

Bill Justinussen helt, at vit hava skyldu til at ansa eftir, at børnini hjá einsamøllum upihaldarum ikki detta niðurímillum og eisini hava ráð til at frítíðartilboð.

Hann tók avgjørt undir við at eitt minstamark verður ásett.

Bergtóra Høgnadóttir Joensen vísti á, at samfelagið er innrættað so, at tað skulu tvær inntøkur fyri at klára seg og tann sum fer undir eitt minstamark, eigur at fáa hjálp til fáa endarnar at røkka saman.