Fátækir amerikanarar í hópgrøv

USA hevur eisini skuggasíður. Á gravarplássinum Homewood Memorial Gardens, uttanfyri Chicago í USA, koyrir ein lastbilur við eina langa grøv. Tá bilurin er steðgaður, verður lúkan aftan fyri latin upp. Inni í bilinum standa umleið 30 líkkistur, sum allar verða bornar yvir í eina stóra hópgrøv. Eingin er komin at siga teimum deyðu eitt seinasta farvæl.

Í einari av kistunum liggja 24 deyð børn og fostur. Tá allar kisturnar eru bornar yvir í stóru grøvina, verður moldin fylt oman yvir aftur.

Norska Dagbladet skrivar, at hetta er ein avleiðing av truplu fíggjarligu viðurskiftunum, sum amerikanarar eru í. Mong fátøk hava ikki ráð at gjalda fyri eina vanliga jarðarferð hjá sínum næstringum. Tí enda hesi fólk í eini hópgrøv.

Tað vakti rumbul, tá hesin háttur at jarða fólk varð avdúkaður í USA í fjør. Løgreglan hevur seinni avdúkað, at í summum førum lógu ikki færri enn átta lík í somu kistu.

Eisini er avdúkað, at slíkar loysnir, sum hendan á gravarplássinum Homewood Memorial Gardens, uttanfyri Chicago í USA, eru brúktar fleiri aðrastaðni í stórum amerikanskum býum.

Myndugleikarnir í New York City hava eisini upplýst, at ikki færri enn 800.000 fátøk liggja jarðað við ongum navni í tí velduga stóra Hart Island kirkjugarðinum.

Meira er at lesa í norska Dagbladet um amerikansku fátækragravirnar.