Vikuskiftis Sosialurin hevur í dag eitt tema um fátækadømi í Føroyum, nú jólini nærkast og fleiri hava tørv á hjálp frá hjálparfelagsskapum.
Men vit ynskja eisini at frætta, hvar okkara lesarar halda vera ein menniskjarættur fyri ein og hvønn føroying.
Er tað til dømis ein menniskjarættur, at kunna búgva í høvuðsstaðnum? Ella at fáa heitan mat hvønn dag í mánaðinum?
Er tað kanska ein menniskjarættur at eiga nýggjastu tøknina ella at eiga dygdargóð klæði?
Hvat heldur tú?
Her eru nakrar myndir, sum okkara lesarar hava sent okkum. Sig tína hugsan. Tak eina mynd av tí, sum tú heldur vera ein menniskjarætt. Send myndina á red(at)sosialurin.fo ella legg myndina á okkara Facebook síðu til høvið: