Fátæk víkja fyri handlum

Fyrramorgunin fóru myndugleikarnir í kinesiska høvuðsstaðnum Beijing undir at ríva fleiri fátækrahús í býnum niður fyri at gera pláss fyri nýggjum handlum.

Fjølmiðlarnir skriva, at sløkkiliðsmenn og løgreglumenn hjálptu arbeiðsmonnunum, sum brutu fátækrahúsini niður. Tey, sum ikki vildu fara úr húsunum, vórðu tikin og koyrd út. Myndugleikarnir siga, at fátækrabýlingurin, sum er har eysturi í Beijing, skal rívast niður, og at handlar skulu byggjast ístaðin fyri. Tey, sum eiga fátækrahúsini, rokna við at fáa einar 4.000 krónur fyri fermeturin í endurgjaldi, men tað er ikki nóg mikið til eina nýggja íbúð í høvuðsstaðnum, siga tey. Kanska røkka pengarnir til eina lítla íbúð onkunstaðni uttan fyri sjálvan býin, siga tey.

-Tey ríku flyta inn í býin, og vit fátæku noyðast at flyta út býnum, sigur ein kvinna við Aftenposten.