ÍF styrkir fremstu plássini

Bæði Rókur av Fløtum Jespersen og Páll Mohr Joensen venja við ÍF í hesum døgum. Dimmalætting skrivar, at teir báðir HB’ararnir venja við fuglfirðingum saman við Øssur Dalbúð og Boga Reinert Petersen.

 

Øssur Dalbúð hevur spælt við Hvidovre í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, men sáttmálin har endaði í juni. Rókur av Fløtum Jespersen og Páll Mohr Joensen hava ikki spælt í Føroyum í summar, og flyta helst síni leikaraloyvi heim frá ÍF Føroyum í Keypmannahavn.

- Vit vita, at tað ikki hevur fungerað á liðnum higartil, og vit mugu fáa fleiri mál. Tað er millum annað tí, at teir koma at royndarvenja, sigur Ólavur Larsen, formaður í ÍF, við Dimmalætting.

 

Dimmalætting skrivar einki um, at nøkur av hesum avtalum er komin upp á pláss enn, men heimasíðan hjá Vejle Boldklub skrivar á síni heimasíðu, at avtala er gjørd millum Vejle Boldklub og ÍF um, at Bogi Reinert Petersen skal spæla við fuglfirðingum næsta hálva árið.

 

Bogi Reinert Petersen er 18 ára gamal og spælir eisini á føroyska U19-landsliðnum. Øssur Dalbúð hevur áður spælt við ÍF og NSÍ, og hevur annars spælt fleiri U-landsdystir. Rókur av Fløtum Jespersen og Páll Mohr Joensen hava báðir umboðað føroyska landsliðið í venjingardysti, umframt at Rókur eisini er skrásettur fyri ein undankappingardyst.