Føstumarran er, tá tú hevur gloymt at keypa bomm

- Tað gongur nú upp fyri tær, at tú hevur gloymt at keypa bomm.Tú sært teg sjálvan fyri tær, sita og guffa øll grýlubommini í teg kvøldið fyri. Tú torir ikki at lata hurðina upp og hyggja, um tvær ella hundrað standa har úti. Ræðslusligin hyggur tú rundan um teg eftir onkrum at tveita teimum í hendurnar. Pengar, appelsinur, leikutøj, einki?

Tú situr vælhýrd og fæst við eitt ella annað, ella einki. Bráddliga bankar varisliga uppá dyrnar. Í einum hundrandaparti av einum sekundi sært tú trý brot úr lívi tínum, sum í einum filmi. Har er ein arbeiðsfelagi, hann sigur: ?grýlurnar koma bara inn og vilja hava, tað er ikki sum í gomlum døgum.? Ein svarar: ?tær koma aftur í kvøld?. Næsta myndin er av mammu tíni. Hesin filmurin er frá kvøldinum fyri. Hon sigur: ?halt uppat við at eta øll grýlubommini!?. ?Eg keypi nýggj,? sigur tú, og hugnar tær víðari.
Tað gongur nú upp fyri tær, at tú hevur gloymt at keypa bomm. Ræðslusligin hyggur tú rundan um teg eftir onkrum at tveita teimum í hendurnar. Pengar, appelsinur, leikutøj, einki? Eyguni leita panisk runt í rúminum. Tú torir ikki at lata hurðina upp og hyggja, um har eru tvær ella 100. Tú sært teg sjálvan fyri tær, sita og guffa øll grýlubommini í teg kvøldið fyri. Ræðslusligin merkir tú, at kaldasveittin byrjar at spríkja. Minnini koma fram fyri teg um húsini, sum høvdu læstar dyr, tá ein glaður bankaði uppá. Tú stóð har og helt, at tey høvdu glett seg alt árið til at fáa teg á vitjan. Barnahatarar! Hugsaði tú, tá tú skuffað mátti góðtaka, at eingin fór at koma og geva tær bomm og siga: ?Nei, sum tit eru fín!? Og ?hvussu eita tit? Hvar koma tit frá? Er tað ikki kalt í kvøld??. Meðan tú spent hugsaði: ?Bara tey hava okkurt ordiliga gott? og ?á sum tey halda, at tað er feitt, at vit gera hetta her.?
Enn verri fært tú tað, tá tað gongur upp fyri tær, at tú enn hevur hug at snerkja, tá tú kemur framvið húsum, har hurðin var læst.
Her finst eingin útvegur. Tú lúrir varisliga gjøgnum lyklarholið. Har eru fýra. Við eitt sært tú, at eydnan er við tær. Í eini skál á borðinum eru fýra mandarinir. Tær eru eitt sindur grønar á at líta, men gott er. Nú ræður um at bera skjótt at. Snakka nógv og skjótt: ?HER eru nakrar sunnar mandarinur; niður til øll tey ósunnu bommini!?. Tær flenna, jubii! Tú ert reddað. Hurðin fer aftur og sum eitt snarljós, sløkkir tú øll ljós, stongir hurðina, sníkir teg út gjøgnum kjallaradyrnar, niðan í bilin. Tú hyggur bangin rundan um teg. Tað absolut ringasta, sum kann henda nú, er at møta teimum í túninum, sníkjandi. Drønar yvir í Mylnina, meðan tú rættvísger: Tað er skilligt, at tú hevur gloymt grýlurnar. Tú hevur faktiskt í fleiri ár búð í einum býi, har ikki eingang Reyði Krossur torir at senda vaksin fólk at ganga dyr til dyr. Ella er tað tí tú býrt á fjórða sali? Í øllum førum er tað langt síðani, tú hevur sæð eina grýlu!
Nú eru 20 Mint Club í hús, og tú kanst slappa av. Fyri fyrstu ferð í langa tíð gleðir tú teg faktiskt til grýlurnar koma. Tað er ein stór synd, ikki at keypa bomm á føstulávint!