Har verða ikki minni enn tíggju tunnur. Tiltakið er afturvendandi og verður skipað soleiðis, at børnini verða flokkað eftir aldri til hvørja tunnu. Tað eru altíð nógv børn í barnagarðsaldri og barnaskúlanum, men tá tað kemur upp móti framhaldsdeildini, minkar skjótt.
- Vit hava havt tunnu hangandi til framhaldsdeildina hvørt ár, og tá hava páparnir onkuntíð sligið hana, sigur Andrass Sólstein, formaður í Klaksvíkar Hornorkestri.
Har verður tó ikki bara tunnusláttur. Silvi kemur á vitjan og skipað verður eisini fyri stórum køkutombola. Tað kostar 20 krónur at koma inn.
Um kvøldið verður so dansur í Skálanum, har Eiler og Øggi við orkestri spæla. Andrass Sólstein, sigur, at teir plagdu at hava gamlamannadansin í KÍ høllin, men tíðin er farin frá hesum. Nú eru trý ár síðani, teir seinast høvdu dans í høllini, og tá vóru einans 250 fólk. Tað kemur alt ov lítið fólk og harvið inntøkur, samanborið við útreiðslurnar.