Smyrsl, sum børn brúka at smyrja seg við á føstulávint, kann elva til ovurviðkvæmi.
Tað ger Umhvørvisstovan vart við beint nú.
Børn smyrja seg ikki bara tá ið tey ganga grýlu ella sláa tunnu, men eisini tá ið tey spæla sjónleik og annað.
Men Umhvørvisstovan mælir nú til at ansa eftir, hvørjir litir verða smurdir á húðina á børnum
- Smyrsl til børn skal vera CE-merkt. Men hóast smyrsl ikki er CE-merkt, kunnu evni vera í tí, sum kunnu elva til ovurviðkvæmi, eitt nú evni, sum fáa smyrsli at anga ella haldevni.
- Fyri at minka um vandan fyri ovurviðkvæmi, er tí best at keypa smyrsl uttan anga.
Umhvørvisstovan sigur, at nú á døgum skulu øll fríðkanarevni hava vørulýsing.
- Tí ber til at sleppa undan evnum, sum barnið ikki tolir. Er ov lítið pláss á vøruni fyri eini vørulýsing, skal hon vera merkt við eini fingurmynd, sum er eitt merki, ið vísir eina opna bók og ein fingur.
Myndin merkir, at vørulýsingin er antin hjáløgd, er á einum uppslagi nær vøruni, ella kann fáast í handlinum.
Annars verður mælt til at keypa andlitsmáling, sum er CE-merkt.
- Keyp ongantíð andlitsmáling, har ongin nýtsluvegleiðing fylgir við.
- Brúka ikki smyrsl við parabenunum, butyl- ella propylparaben. Keyp svanamerkta sminku, ella kanna vørulýsingina at vita um nevndu paraben eru í vøruni.
- Nýt ikki smyrsl við anga. Angi er ikki neyðugur og kann elva til ovurviðkvæmi. Tá angi er í eini vøru, stendur ofta parfuma ella aroma á vørulýsingini.
- Smyr vætukrem á andlitið áðrenn andlitsmálingin verður løgd á.
- Vaska andlitsmálingina væl og virðiliga av aftur aftan á brúk. Brúka vatn og sápu til at taka burtur vatngrundað smyrsl og reinsikrem til at taka burtur feittgrundað smyrsl, eru tey góðu ráðini frá Umhvørvisstovuni.