Føstulávintshald
Í Hvala plaga tey at gera eitt sindur burturúr føstulávint og tað fara tey at geraaftur í ár.
Sostatt verður føstulávintshald í Hvalba hetta vikuskiftið, bæði fyri børnum og vaksnum
Tað er Bóltfelgið Royn, sum skipar fyri og lagt verður til brots longu leygardagin klokkan 15, táið tey vaksnu sláa tunnu í Roynhøllini.
Klokkan átta um kvøldið verður veitsla, har okkurt verður til matna og tá slær konufólkið tunnu.
Eftir veitsluna er almennur dansur alla náttina, har seravælumtókta dansiorkestrið, Lagamenn, spæla tl dans.
Mánadagin verður so tiltak í Ronhøllini fyri børnum, har tey slá bæði pott og tunnu, alt eftir aldri
Tiltakið leygardagin kostar 200 krónur fyri tunnusláttur og dans, men atgongmerkið til almenna dansin aftaná kostar 120 krónur
Tvørabørn sláa tunnu hjá donsku sjóverjuni
Tvørafólk og danska sjóverjan hava leingi havt eitt heilt serligt tilknýti. Tilknýtið hevur verið so tætt, at Tvøroyrar kommuna enntá ættleddi verjuskipið Veðrin, tað tíð tað var.
Ein partur av hesum felags tilknýti hevur verið, at onkrir fastir siðir hava tikið seg upp. Ein av hesum siðum er, at á føstulávint liggur verjuskipi inni á Tvøroyri og tá verður skipað fyri tunnusláttri umborð.
Og tað verður tað aftur í ár.
Sostatt bjóðar manningin á verjuskipunum børnum á Tvøroyri umborð at sláa tunnu sunnudagin klokkan 14.
Tað plaga at vera nógv børn umborð og sláa tunnu og nógv av teimum hava verið stuttliga ílatin í føstulávintsklæðum av alskyns slagi og tað vænta tey eisini í ár.
Og sambært kunningarstovuni á Tvøroyri kunnu kattakongarnir vænta sær stórfingna og forkunnuga virðisløn.- Kattakongarnir sleppa ein túr við tyrluni hjá sjóverjuni og tað er ikki eiti á vinningi, heldur Kunningarstovan.










