Føstulávint í Mentanarhúsinum

Mentanarhúsið í Fuglafirði fer um føstulávintsvikusskiftið at bjóða eitt sindur til hvønn tørv. Fríggjakvøldið verður annað umfar av Menta Quiz´ini. Leygardagurin byrjar við

tunnuslátrið fyri skúlabørnum, har tey kunna leska sær við bollum og kakao, og

leygarkvøldið verður føstulávints dansur fyri teimum eldru. Karl Martin Samuelsen

við manning spælir til dans