Føstulávint á Argjum

Eins og tað hevur verið gjørt undanfarin ár, so verður aftur í ár skipað fyri føstulávintshaldi í Róðrarneystinum á Argjum. Um hálvgum fýra tíðina verður tunnusláing fyri børn, sum eisini fáa ein bita omaná, efti at kattakongurin er funnin. 19.00 verður so farið í gongd hjá teimum vaksnu, og eisini tey fáa nakað at eta, tá tunnan er niðurkomin. Eftir midnátt verður dansur, verður at enda sagt í tíðindaskrivi.