Føstufressarnir mjarra aftur

Í hesum døgum venja Terji og Føstufressar dúgliga til stóru útgávukonsertina, sum verður um eina viku. Terji Rasmussen, sum hevur spælt saman við nógvum tónleikarum, heldur, at tað er nakað heilt serligt at spæla við Føstufressum.

Hóast eitt hálvt ár er ligið, síðani fløgan Tvey hjá Terja og Føstufressum kom út, verður útgávukonsertin hildin um eina viku. Tá fara Terji og hansara føstufressar at hava konsert í Norðurlandahúsinum.

- Tá ið okkara fyrra útgáva kom út fyri 21 árum síðani, spældu vit útgávukonsertirnar, áðrenn tónleikurin kom á gøtuna. Útgávan bleiv eitt sindur seinkað, og tí vóru konsertirnar hildnar, áðren fólk høvdu kunnað keypt tónleikin. Hesaferð spæla vit útgávukonsertina eitt hálvt ár eftir, at fløgan kom út, sigur Terji Rasmussen við einum smíli.

Orsøkin til, at útgávukonsertin nústani verður hildin, er, at tað ráddi um at finna eina tíð, har allir tónleikararnir fingu verið við, og har Norðurlandahúsið var tøkt. Tí bleiv tað til fríggjakvøldið í næstu viku.


Heilt serligt

Terji Rasmussen hevur í sínum drúgva tónleikalívi spælt í fleiri bólkum og saman við nógvum tónleikarum, men fyri hann er tað nakað serligt at spæla við Føstufressum.

- Teir eru framúr góðir tónleikarar hvør sær, og tá ið teir spæla saman, er tað nakað heilt serligt. Tað ber ikki ordiliga til at seta orð á tað, men teir eru í eini deild fyri seg sjálvar, sigur Terji Rasmussen.

- Teir eru allir uppvaksnir saman, hava spælt matchbox-bilar saman, og allir gjørdust úrmælingar sum tónleikarar. Hetta er veruliga besti bólkurin, mann kann spæla saman við, sigur hann.

Umframt Terja Rasmussen er manningin í Føstufressum Arnold Ludvig, Leivur Thomsen, Rógvi á Rógvu og Magnus Johannesen. Á konsertini um eina viku verða Finnur Hansen og Rúna á Heygum eisini við.


Spæla allar sangirnar

Terji og Føstufressar hava givið tvær útgávur út. Tann fyrra kom fyri 21 árum síðani, og tann seinna kom nakað fyri jól. Føstufressar fara at spæla allar sangirnar á báðum útgávum á konsertini næsta fríggjakvøld.

Teir gera eisini nógv burtur úr palli, ljóði og ljósi, so at framførslan kann gerast ein sterk uppliving fyri áhoyrararnar.

Útgávukonsertin við Terja og Føstufressum verður í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið 8. apríl kl. 19.30