ÍF stuðlar í Fuglafirði í minst tvey ár aftrat

Tveir av stuðulsspælarunum hava skrivað undir uppá, at teir fram til og við 2022 fara at umboða ÍF

Í gjár vann ÍF 3-0 á heimavølli ímóti Skála. ÍF hevur 19 stig, og eingin – hvørki tey í Fuglafirði ella nakar annar – hevur orsøk at rokna við øðrum, enn at ÍF eisini í 2021 verður partur av bestu deildini.

Í gjár skrivaðu tveir av stuðulsspælarunum undir sáttmálar, sum bindur teir at ÍF fram til og við 2022.

Talan er um liðformannin og verjuálitið Jan Ó. Ellingsgaard og um stríðsmannin á miðvøllinum Karl Løkin.

ÍF skrivaði soleiðis ígjár:

Hendan vikan, sum endar um nakrar fáar tímar, má sigast at vera ein tann besta einstaka ÍF vikan í longri tíð. Fríggjadagin varð húsið handað okkum, í dag vunnu vit 3 stig móti Skála og eftir dystin settu tveir av okkara leikarum sítt navn á sáttmálar, sum eru galdandi til og við kappingarárið 2022.

Jan Ó. Ellingsgaard hevur verið ársins leikari tvey tey seinastu árini, og liðskiparin kom við dystinum móti Skála upp á 250 dystir í fremstu deildini hjá monnum. Teir flestu av hesum fyri barndómsfelagið.

Karl A. Løkin hevur spælt 236 dystir í fremstu deildini, og eins og Jan hava teir flestu av hesum verið við Fløtugerði sum heimavølli. Harafturat hevur Karl seinnu árini verið varaliðskipari hjá okkum. Eini hús, tvær undirskriftir og trý stig er sanniliga nakað frøðast um, verður sagt á if.fo.