TRÝST á PÍLIn undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi á Rás2 við stríðsmannin hjá ÍF á miðvøllinum, Karl Løkin aftaná 0-2 tapið hjá ÍF ímóti NSÍ.
Hóast tapið heldur Karl Løkin, at ÍF legði eitt gott arbeiðsavrik fyri dagin, og hann er glaður fyri, at teir ikki fullu saman, sum teir hava gjørt í dystum fyrr í ár, tá talan hevur verið um stórtap, eisini ímóti NSÍ fyrr í ár.
Karl Løkin heldur ikki, at teir í ÍF skulu fokusera uppá fyrsta plássið, men heldur fokusera uppá at betra avrikini hjá liðnum.