ÍF í steypafinaluni

ÍF vann seg fram í steypafinaluna, tá teir um vikuskiftið vunnu Mjølnir-kappingina

Fleyr ? ÍF 0 ? 3; ( 20 ? 25, 17 - 25 og 15 -25)


Flogbóltur, menn


Mjølnir, sum higartil bert hevur tapt ein dyst í landskappingini í ár, megnaði um vikuskiftið ikki at leika seg í finaluna í Mjølnir-kappingini. Men hetta hevði ikki so stóran týdning, um hugsað verður um steypakappingina hjá Flogbóltssambandinum, sum verður 17. februar, tí Mjølnir vann FK-kappingina í Havn og hevði sostatt longu kvalifiserað til steypafinaluna. Men liðið hevði hóast alt viljað vunnið sína egnu kapping, men hetta gekk ikki hesaferð. Ein av orsøkunum var kanska, at Trygvi H. Poulsen var skaddur, og hevði valt at halda frí um vikuskiftið, og at liberoin Arnfinn Guðjónsson var uttanlands.


Fleyr og ÍF

Men tað vóru í staðin Fleyr og ÍF, sum leygardagin kláraðu at leika seg í finaluna. Tí varð lagtu upp til ein spennandi dyst, tí higartil í landskappingini høvdu liðini vunnið hvør sín dyst ímóti hvørjum øðrum.

Innleiðandi dystin leygardagin vann ÍF 2-0 á Fleyr, og fyrsta settið leiktu liðini nøkulunda javnt upp ímóti hvørjum øðrum til støðuna A-16, men so tók ÍF dik á seg og vann settið 25-20.

Eisini tey næstu settini vísti ÍF, at teir vóru sterkari og vunnu klárt 25-17 og 25-15 og harvið dystin 3-0 og bæði beinini í steypafinaluni 17. februar í Havn.


Javnt góðir

Jugoslaviski leikarin hjá ÍF leikti ikki upp til sítt besta í finaluni, men ein hevur lagt til merkis, at Jákup Helgi er komin við á miðjuni í mun til byrjanina av árinum, tí liðið vinnur fleiri bóltar her nú enn fyrr. Annars skal eingin verða tikin fram um á ÍF-liðnum, tí allir leiktu javnt væl.

Hjá Fleyr var Klæmint Isaksen besti leikarin, men ein sá ov litið til Johannes Ejdesgaard, og eisini var hevað ov litið til miðjuna.

Men samanumtikið ein uppibroðin sigur til ÍF, sum nú kann gleða seg til ein spennandi dyst ímóti Mjølni tann 17. februar.


Fram aftast

Annars var hetta úrslitið í innleiðandi kappingini leygardagin:

1 ÍF

2 Fleyr

3 Mjølnir

4 Fram