ÍF størri lut á landsliðnum

EB/Streymur og ÍF kappast um FM heitið. Tey hava bæði alt 2012 verið millum tey fremstu. At fuglfirðingar og teir í Sundalagnum hava verið so óførir í heimligu landskappingini sást ikki aftur í umboðanini, tá ið landsliðið fyrst í september fór til Týsklands. Burtursæð frá ÍF málverjanum Jákupi Mikkelsen áttu hvørki ÍF ella EB/Streym nakran annan lut í landsliðnum.

Í kvøld hevur Lars Olsen boðað frá, hvørjar spælarar hann vil hava í fyrireikingunum til heimadystirnar ímóti Svøríki og Írlandi ávikavíst 12. og 16. oktober, og nú eru toppliðini eitt sindure betri umboðað.

Millum eyðsýndu menninar á ÍF liðnum eru vongverjin í vinstru Jan Ó. Ellingsgaard og verjukendi miðvallarin Karl Løkin. Teir hava báðir fingið landsliðsboð. Arnbjørn T. Hansen hevur verið nógv skaðadarvaður og tískil ikki førur fyri at spæla, hvørki fyri EB/Streym ella landsliðið. Tær seinastu ferðirnar hevur EB/Streyma toppskjúttin verið fremsti maður á sínum liði, og Lars Olsen metir Arnbjørn at vera so mikið væl fyri, at hann hevur sent boð eftir honum.

Gilli Sørensen úr TB er eisini í hesum førinum boðsendur at fyrireika seg til stóru altjóða uppgávurnar. Allir hinir vóru við í fyrireikingunum til dystin í Týsklandi.

Málmenn:
Gunnar Nielsen, Manchester City
Kristian Joensen, NSÍ
Jákup Mikkelsen, ÍF

Verjuleikarar:
Rene Joensen, Brøndby IF (DK)
Jónas Tór Næs, Valur (ISL)
Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ
Odmar Færø, Forfar (SCO)
Rógvi Baldvinsson, Ålgård (NOR)
Erling Jacobsen, Víkingur
Rógvi Holm, HB
Jan Ó. Ellingsgaard, ÍF

Miðvallarar:
Súni Olsen, B36
Fróði Benjaminsen, HB
Símun Samuelsen, HB
Hallur Hansson, AaB Ålborg (DK)
Hjalgrím Elttør, KÍ
Daniel Udsen, FC Helsingør (DK)
Christian Lamhauge Holst, Silkeborg IF (DK)
Karl Løkin, ÍF
Kaj Leo í Bartalstovu, Víkingur
Gilli Sørensen, TB

Framherjar:
Klæmint A. Olsen, NSÍ
Jóan Símun Edmundsson, FC Fredericia (DK)
Arnbjørn Hansen, EB/Streymur

Fríggjadagin 12. oktober kl. 17:00 spæla Føroyar og Svøríki, og fýra dagar seinni, týsdagin 16. oktober kl. 19:00, vitjar Írland á Tórsvølli.