Tað hevur onkuntíð gingið betri hjá besta ÍF liðnum, enn tað hevur gjørt í ár. Undan trimum teimum síðstu umførunum er ÍF á sætta plássi, og tað er lítið og einki, sum bendir á, at liðið skal taka seg longri upp ella detta longri niður.
Kappingarárið er kortini merkisvert hjá ÍF. Ítróttarfelagið í Fuglafirði hevur ongantíð, síðani tað í 1976 varð farið undir skipanina við upp- og niðurflyting, megnað at hava lið bæði í fremstu og næstfremstu deildini. Soleiðis verður tað í 2017.
Í dag varð punktum sett fyri 2. deild. ÍF endaði næstovast við 37 stigum og verður harvið annar av uppflytarunum. B36 vann deildina við 49 stigum og vinnur harvið plássið í næstfremstu deildini aftur, sum árstalsfelagið misti í fjør, tá ið fremsta liðið vann FM annað árið á rað.
MB flutti í fjør niður úr fyrstu og í aðru deild. Nú flytur MB niður í triðju deild saman við næstbesta TB liðnum, sum var í sera tættari kapping við B68 um áttanda plássið. Bæði liðini endaðu við 22 stigum. Málmunurin hjá B68 var 0, og hjá TB var hann -4. Samlaða úrtøkan hjá MB var trý stig.
Endatøðan eftir átjan umfør