ÍF skikkaði sær best

- Hetta var eitt plástur upp á sárið, sigur ÍF-formaðurin um at fáa fair play-heiðurin.

Tiltakið, har ársins leikarar, venjarar og dómarar skulu finnast í føroyskum fótbólti, er nú farið av bakkastokki á Hotel Føroyum. Tað eru Miðlahúsið og FSF, sum skipa fyri tiltakinum.


Allarfyrsti heiðurin, sum skuldi gevast í kvøld, var fair play-prísurin. Heiðurin fær liðið, sum hevur skikkað sær best samantalt við sektarstigum.


Vinnarin av hesum heiðurinum gjørdist ÍF. Leif André Eliasen, formaður, tók ímóti heiðurinum, og við Rás2 segði hann, at hetta var eitt lítið plástur upp á sárið.


ÍF endaði í ár nummar seks við 32 stigum.