Kvinnuflogbóltur
Tapið fyri ÍF seinasta leikumfar man svíða nakað illa á Tvøroyri. Tað var væntandi, at ÍF fór at geva TB harða mótstøðu, men at ÍF skuldi vinna so sannførandi sum 3-0 var púra óvæntað, og tað gevur Fleyr kanska trúnna upp á tað ómøguliga. Tað tykist í hvussu er so, at TB er til at tosa við, og seinasta leikumfar var Fleyr um at vinna á Drátti, so alt bendir á, at havnaliðið er á veg úr aldudalinum, og at TB kanska er farið nakað tíðliga í jólafrí.
Dráttur rættiliga við aftur
Vinnur Dráttur á KÍF, so er vágaliðið rættiliga við aftur í kappingini. KÍF fekk síni fyrstu stig ímóti Fleyr, men seinasta dyst formáddi KÍF sær púra einki ímóti Mjølni, og tí er Dráttur favorittur undan hesum dystinum.Bæði liðini hava nakað at prógva í hesum dystinum. KÍF kann við einum sigri vísa, at tær eru ikki botnliðið. Dráttur kann við sigrinum vinna sær góða støðu og rættiliga koma við í oddastríðið. Vinnur Dráttur ikki, so mugu tær helst taka til tokka við at vera ?millumlið? millum toppin og botnin í bestu kvinnudeildini.
Toppdystur í Klaksvík
Allar fortreytir eru fyri rættiligum braki í Klaksvík sunnudagin. Tvey av allar bestu liðunum í kvinnudeildini bresta saman í enn einum oddadysti. Av tí at liðini eru so serliga jøvn í kvinnudeildini í ár, so verða oddadystirnir nógvir. ÍF fer til Klaksvíkar við fullari skjáttu av sjálvsáliti eftir framúrskarandi sigurin á TB. ÍF hevur eisini fyrra dystin ímóti Mjølni at hevna. Tann dystin vann Mjølnir akkurát 3-2.
Tað munnu vera nógv harrans ár síðan, at ÍF er favorittur ímóti Mjølni í Klaksvík, men sum gongdin hevur verið hjá ÍF hetta kappingarárið, so er liðið so mikið væl fyri júst nú, at tær eru tær bestu í landinum í løtuni. Verður hugt at hagtølunum, so er Mjølnir væl omaná, men hagtøl siga ikki allan sannleikan. Hann er, at um ÍF vinnur í Klaksvík, so vinna tær fyrru hálvu av kappingarárinum, og fara undir seinnu hálvu á odda. Helst verður TB ájavnt í stigum og Mjølnir kanska eisini.