ÍF skal hava nýggja miðverju

Poul Ennigarð og Bartal Eliasen eru leikbannaðir, tá ið ÍF fyri fyrstu ferð skal royna seg í finaluni um Løgmanssteypið

Við 1-0 sigri á Toftum sunnudagin tryggjaði ÍF sær fyri fyrstu ferð nakrantíð pláss í steypafinaluni. Seinast ÍF var í finaluni var í 1987, tá ið fuglfirðingar taptu ímóti HB.
ÍF hevur ongantíð luttikið í altjóða fótbólti. Um tað eydnast fuglfirðingum at vinna á grannunum úr Gøtu á Ólavsøku, so fer ÍF at eiga rættin at spæla í UEFA Cup næsta ár. Uttan mun til hvussu tað annars fer at ganga hjá teimum í landskappingini.
- Hetta kennist sum stór avbjóðing hjá okkum øllum. Vit fara at venja eina ferð á Svangaskarði, og so hava vit fingið loyvi at fara á Tórsvøll eina løtu ólavsøkuaftan, aftaná at B36 og ÍBV hava spælt, sigur Petur Simonsen, venjarin hjá ÍF.
Fyritreytirnar hjá fuglfirðingum undan finaluni versnaðu ikki sørt á Svangaskarði sunnudagin. Tá ið 22 minuttir vóru farnir, fekk miðverjin Poul Ennigarð, reytt kort fyri at taka upplagdan málmøguleika frá B68. Hann nýtti hondina. Poul hevur spælt í bestu deildini í mong ár. Hann hevur bara eina ferð áður fingið reytt kort. Tað var í landskappingardystinum ímóti KÍ herfyri. Tá fekk hann leikbann í tríggjar dystir. Sunnudagurin var tann fyrsti, sum Poul fekk loyvi aftur at vera við. Nú er greitt, at hann verður leikbannaður í finaluni.
Tá ið tað restaðu sjey minuttir av fyrra umfarinum fekk Bartal Eliasen gult kort. Hann var byrjaður í álopinum og hevði skorað ÍF málið og var farin aftur í miðverjuna, tá ið Poul var rikin av vøllinum.
Hetta var triðja gula kortið hjá Bartali í steypakappingini, og so er hann leikbannaður í finaluni. Reglurnar fyri Formuladeildina siga, at fimm gul kort skulu til, áðrenn spælari verður leikbannaður. Í steypakappingini eru gomlu reglurnar galdandi, sum siga, at hamarin fellur eftir trý gul kort. Sambært heimasíðuni hjá FSF hevur hann fingið kort í báðum hálvfinalunum ímóti B68 og eisini, tá ið ÍF í fjórðingsfinaluni vann 1-0 á HB í Gundadali.
- Eg haldi tað vera sera harmuligt, at vit skulu vera tveir profilar fyri uttan. Serliga harmuligt er tað, at Bartal fekk gula kortið í støðu, sum eftir mínum sjónarmiði als ikki var til gult kort. Heldur kendist tað sum um, at dómarin júst hesa løtuna kanska kendi seg eitt sindur kroystan, heldur ÍF venjarin Petur Simonsen.
Fyrr í ár var Jonn Thomsen í ÍF miðverjuni. Hann hevur leingi verið skaddur, og hann verður ikki við í finaluni. Annar av miðverjunum verður Símun Eliasen. Spurningurin er so, hvør fer í hitt plássið. Áki Petersen
Stríðsmaðurin á miðvølllinum, Eyðolvur R. Petersen, noyddist av vøllinum í 2. hálvleiki, men í ÍF rokna teir við, at hann verður tøkur fríggjadagin.
Petur Simonsen rósar sínum spælarum fyri góðan hugburð, tá ið tað stóð tóktist skula standa á, eftir at teir høvdu mist ein mann.
ÍF hevur seinastu dagarnar fingið tveir nýggjar spælarar. Emil Nolsøe Leifsson er leigaður frá HB. Hann spældi síðsta stóra hálva tíman mitt á ÍF miðvøllinum ímóti B68.
Málverjin Jacob Kaas hevur seinastu dagarnar vant við ÍF, og avtala er gjørd við spælaran. Hann hevur spælt í Svendborg. Hann hevur røtur í Grønlandi, og hann var í myndini til landsliðið hjá teimum, sum var á Oyggjaleikunum, men hann rakk akkurát ikki ímillum teir kosnu.