Talan var um framúr drama í góðveðrinum á Argjum í kvøld, og serliga í seinna hálvleiki var tað undirhaldandi. Tá vóru øll fimm málini skorað í 3-2 ÍF sigrinum.
Tvær ferðir var AB á odda, og báðu ferðirnar svaraði ÍF aftur beinanvegin.
Tíggju minuttir undan dystarenda eydnaðist tað ÍF at skora til 3-2, ið vísti seg at vera sigursmálið. Rói Danielsen nýtti neyðbremsuna ímóti sera væl upplagda Karl Løkin. Rúni Gaardbo bríkslaði fyri brotssparki, og Rói Danielsen sá reyða kortið.
AB royndi at spenna álopsbogan, men tað eydnaðist ikki at skora, og harvið vann ÍF trý stig.
Fuglfirðingar vóru greitt oman á í fyrra hálvleiki, tá ið tað ikki eydnaðist at skora mál. Eftir steðgin var hugburðurin hjá AB betri, enn hann var undan steðginum. Tvær ferðir var AB frammanfyri: Akkurát innskifti Árni G. Nielsen setti hol á, men heimafagnaðurin hevði ikki lagt seg, so skoraði Dánjal á Lakjuni úr sera spískum.
Patrik Johannesen legði AB framum aftur, tá ið Dan í Soylu spældi hann hegnisliga leysan, og fagnaðurin hevði ikki lagt seg, tá ið Clayton Soares eftir innlegg frá Andy Olsen javnaði.
Sigurin á Argjum í kvøld ber við sær, at ÍF er undir liðini á HB við átjan stigum. HB er á fimta plássi, tí málmunurin hjá havnarmonnunum er betri, enn hann er hjá fuglfirðingum.
AB er saman við B68 undir strikuni.
Trettanda umfar
AB-ÍF 2-3 (0-0)
1-0: Árni G. Nielsen
1-1: Dánjal á Lakjuni
2-1: Patrik Johannesen
2-2: Clayton Soares
2-3: Bogi Reinert Petersen br
Víkingur-HB 1-0 (0-0)
1-0: Sølvi Vatnhamar
B68-TB 3-3 (1-2)
0-1: Albert Adu
0-2: Salmundur Bech
1-2: Jann Ingi Petersen
2-2: Michal Przybylski
2-3: Salmundur Bech
3-3: Óli H. Olsen br
B36-Skála 1-1 (0-0)
0-1: Brian Jacobsen
1-1: Sebastian Pingel
KÍ-NSÍ 5. juni
Støðan
Víkingur 28
KÍ 26
B36 25
NSÍ 24
HB 18
ÍF 18
Skála 10
TB 10
AB 9
B68 6
Næstu dystirnir
Sunnudagin 5. juni
KÍ-NSÍ
Sunnudagin 12. juni
KÍ-Víkingur
ÍF-B68
Skála-AB
HB-B36
TB-NSÍ
---------
LIÐUGT!
2-3
Nú var Dmitrie Jankovic dømdur fyri rangstøðu, so tað er AB, sum leypur treytaleyst á.
2-3
Argjamenn vilja hava brotsspark, tá ið Dan í Soylu fer um koll, men tað letur ikki í dómaranum Rúna Gaardbo!
90) 2-3
ÍF kennist hava tamarhald á støðuni.
87) 2-3
AB spennir álopsbogan, og argjamenn leggja øgiliga nógv fyri í deyðbóltsstøðum, men higartil er tað ikki eydnast at søkja upplagdan málmøguleika.
84) 2-3
Leivur Joensen avloysir Gunnar Christiansen hjá ÍF.
Dmitrie Jankovic avloysir Rasmus Dan Sørensen hjá AB.
83) 2-3
2-3: Bogi Reinert Petersen br
AB liðformaðurin Rói Danielsen er farin av vøllinum, og ÍF er á odda. Fuglfirðingar eru nú ellivu ímóti tíggju.
82) 2-2
Karl Løkin, sum er dagsins maður, tiltuskar sær brotsspark, tá ið Rói Danielsen brúkar neyðbremsuna og sær reytt kort!
80) 2-2
ÍF er meiri á bóltinum, men argjamenn eru vandamiklir í snarálopum, tá ið fuglfirðingar hava hug at flyta fólkið ov langt fram. Sera spennandi!
73) 2-2
2-2: Clayton Soares
So hevur ÍF enn einaferð svarað aftur. Andy Olsen átti innleggið, og Clayton Soares stýrdi bóltin í málið. Argjamenn vóru ikki serliga sannførandi í verjuspælinum.
72) 2-1
2-1: Patrik Johannesen
Í skjótum álopi leggur heimaliðið seg framum aftur. Tað var Dan í Soylu, sum legði bóltin inn um ÍF verjuna til Patrik Johannesen, sum var púra tryggur, tá ið hann setti bóltin framvið Tóri Traðará.
68) 1-1
Ari Ó. Ellingsgaard avloysir Dánjal á Lakjuni hjá ÍF.
67) 1-1
Patrik Johannesen hevur risa møguleika at leggja AB framum aftur, men hann kiksar.
64) 1-1
1-1: Dánjal á Lakjuni
Eftir innlegg smekkar Dánjal á Lakjuni til úr spískum, og bólturin brestur í meskarnar í AB málinum!
62) 1-0
1-0: Árni G. Nielsen
Akkurát innskifti Árni G. Nielsen hevur lagt AB framum. Innleggið átti Sandri Færø úr vinstru.
60) 0-0
Árni G. Nielsen avloysir Símun Samuelsen hjá AB.
58) 0-0
Nú var ÍF í ogvuliga góðari støðu. Karl Løkin rann seg púra leysan, men sendingin frá Dánjali á Lakjuni var ikki nóg neyv, og so spurdist einki burturúr.
55) 0-0
Tað er øgiliga langt millum málmøguleikarnar. Kanska vísa argjamenn betri hugburð í seinna hálvleiki, enn teir gjørdu í fyrra hálvleiki.
48) 0-0
Jan Ó. Ellingsgaard fer skaddur av vøllinum, og í hansara stað verður settur Poul Nolsøe Mikkelsen í ÍF miðverjuna. Poul Nolsøe hevur verið skaddur mest sum alt hetta kappingarárið.
46) 0-0
Allir teir, sum vóru við frá byrjan, eru á vøllinum fyrsta bríksl eftir steðgin.
HÁLVLEIKUR
0-0
ÍF hevur verið greitt omaná, men AB hevur verið vandamikið í einstøkum førum, tá ið bólturin er lagdur í borðini við longum sendingum.
43) 0-0
Rasmus Dan Sørensen leggur innfyri, men Tóri Traðará fær fatur á bóltinum.
41) 0-0
Andy Olsen roynir seg við fínum skoti, men bólturin strýkur framvið AB málinum.
38) 0-0
So hevur AB havt gott innlegg, men Tóri Traðará fekk aftur á bóltinum, áðrenn tað varð vandamikið.
31) 0-0
Argjamenn stríðast fyri at halda tætt. Heimaliðið hevur lítið og einki álopsspæl. Í løtuni kennist tað sum um, at tað bara er ein spurningur um, nær ÍF fer at skora.
Nú var tað Bogi Reinert Petersen, sum eftir framúr álop royndi seg, men AB vardi til horna.
26) 0-0
So hevði ÍF bóltin í AB málinum, men linjuverjin veitraði fyri rangstøðu. Karl Løkin legði innfyri, og tað var Dánjal á Lakjuni, sum setti bóltin í málið. Men dómarin bríkslaði fyri rangstøðu.
23) 0-0
ÍF spælararnir eru nógv grammari enn heimamenninir. Á sentrala miðvøllinum vinna gestirnir bóltarnar, og teir reyðu renna meiri, enn teir í AB gera.
20) 0-0
Líkindini at spæla fótbólt eru av teimum fagrastu á Argjum í kvøld.
18) 0-0
Tóri Traðará verjir ÍF málið. Oliver Korch og Hallgrímur G. Hansen eru báðir skaddir. Tað ber við sær, at venjarin Jákup Mikkelsen er á dómaraseðlinum sum eykamálverji!
17) 0-0
Dmitrie Jankovic er á AB beinkinum ídag.
14) 0-0
Fuglfirðingar pressa heimaliðið. Nú var um reppið, at ÍF skoraði, men Heðin Stenberg var heilt uppi í krókinum og bjargaði!
10) 0-0
ÍF hevur verið greitt oman á fyrstu løtuna.
07) 0-0
ÍF er tætt við, tá ið Karl Løkin smekkar til við frísparki úr 30 metrum, og bólturin brestur í tvørtræið.
AB-ÍF kl. 17.15
AB: Heðin Stenberg - Jónas Stenberg, Sørin N. Samuelsen, Rói Danielsen, Sandri Færø - Kári Nielsen, Dan í Soylu, Bjarki Nielsen - Rasmus Dan Sørensen, Patrik Johannesen, Símun Samuelsen
ÍF: Tóri Traðará - Gunnar Christiansen, John Daniel Guðjónsson, Jan Ó. Ellingsgaard, Alex José dos Santos - Kristoffur Jakobsen, Bogi Reinert Petersen - Dánjal á Lakjuni, Karl Løkin, Andy Olsen - Clayton Soares