ÍF-SÍ 3-0: Samrøður við Trónd Hansen og Jóhan Petur á Stongum (FM1)

(FM1) Hoyr Trónd Hansen hjá ÍF og Jóhan Petur á Stongum hjá SÍ seta orð á dystin ÍF-SÍ 3-0

##med2##

Háspenningur er um seinna FM-finaluplássið í meistaradeildini hjá monnum í flogbólti aftaná 3-0 sigurin hjá ÍF á SÍ í dystinum sum var seinnapartin á Kambsdali.

ÍF vann 3-0, men bæði fyrsta og serliga triðja sett vóru sett við miklum spenningi.

ÍF-SÍ 3-0 (26-24 25-18 og 31-29)

Støðan: 

1. Mjølnir 8 dystir 21 stig 

2. SÍ 7 dystir 9 stig

3. Fleyr 8 dystir 8 stig

4. ÍF 7 dystir 7 stig

Aftaná dystin fekk reportarin hjá FM1, Óli G. Samuelsen orðið á Trónd Hansen hjá ÍF og Jóhan Petur á Stongum hjá SÍ.

Tróndur Hansen helt fyri, at tað er ótrúliga stuttligt at spæla ein dyst við so jøvnum settum, og so at vinna dystin aftrat og senda ÍF inn aftur í stríðið um seinna FM-finaluplássið gjørdi tað ikki verri.

Jóhan Petur á Stongum dámar væl javnar dystir, men dámar ikki at tapa teir.

Meðan Jóhan Petur bara kann leingjast eftir betri umstøðum til flogbóltin í Sørvági, so kann Tróndur Hansen fegnast um, at flogbólturin í Fuglafirði fær munandi betri umstøður um eitt ár.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Trónd Hansen og Jóhan Petur á Stongum. 

HER  ber til at hoyra Óla G. Samuelsen siga frá teimum avgerandi bóltunum í teimum trimum settunum. Hoyr eisini ÍF-legenduna, Odd Eliasen greina settini og allan dystin. 

(Samrøður: Jóhan Petur á Stongum og Tróndur Hansen)