Fýrverk stygdi førarahund

At djór ræðast fýrverk, hoyra vit hvørt ár í sambandi við nýggjárshaldið. Hetta hevur fingið sera óhepnar avleiðingar fyri Una Rasmussen í Norðragøtu, sum í gjár misti førarahund sín av fýrverki

Tá Uni Rasmussen kom at húsum í Norðragøtu stutt eftir kl 15 í gjár, brast okkurt fýrverk nærindis. Førarahundurin gjørdist so skakkur, at hann tók til beins og er ikki sæddur síðani.

Førarahundurin hevur sera stóran týdning fyri Una Rasmussen. Hann kennir allar leiðir, sum Uni Rasmussen gongur, og hevur tí ómetaliga stóran týdning fyri hann.

Um onkur hevur sæð hundin, so kunnu tey seta seg í samband við Una á telefon 228775.

Hundurin er svartur og hevur band um hálsin. Har stendur »Førerhund Peter, telefon 28313«. Hetta er tíverri eitt gamalt telefonnummar, sum Uni Rasmussen ikki hevur longur.

Vit kunnu tí bara heita á fólk í Gøtu og har um leiðir at hava hyggja væl eftir, um tey síggja hundin ? og boða Una frá á telefon 228775!