Fýrverk og gleði í Reykjavík

Gunnar Nielsen sleppur ikki at sova fyri fýrverki

Føroyski landsliðsmálverjin, ið spælir við íslendska meistaraliðnum FH, er í Reykjavík í kvøld, har hann hevur hugt eftir dystinum móti Onglandi saman við familju. Seint á kvøldið hoyrist framvegis fýrverki, eftir at Ísland vann 2-1 á Onglandi.

 

- Eg havi verið hjá familjuni her í Reykjavík og hugt eftir dystinum. Tað var heilt fantastiskt. Fólk fegnaðust bara onkur vann eina takling. Eftir dystin hava vit hoyrt fýrverk, og bilar koyra runt við íslendskum fløggum, sigur Gunnar Nielsen.

 

Íslendska landskappingin er í gongd í løtuni, har tað gongur væl hjá FH. Tó hevur landsliðið tikið fokus frá Pepsi-deildini, tí áskoðararnir eru ikki so nógvir í løtuni.

 

Gunnar Bielsen heldur, at útjavnandi málið hjá Íslandi, sum kom bara tveir minuttir eftir at Wayne Rooney legði Ongland á odda, hevði stóran týdning.

 

- Taktiskt eydnaðist tað væl. Tað var eisini heppið fyri Ísland, at teir skora so tíðliga til 1-1. Fyri uttan nakar løtur, so hevði Ísland tamarhald á støðuni, tó uttan at hava bóltin allatíð. Tú sat ikki við eini kenslu av, at hvørt innkast ella horna fór at blíva til ein vandamiklan møguleika til Ongland, sigur Gunnar Nielsen og leggur afturat:

 

- Haldi ikki málverjin hjá Íslandi hevði so nógvar stórar bjarginar í dystinum. Tað sigur eitt sindur um avrikið taktist, sigur føroyski landsliðsmálverjin.

 

Samhuga við Joe Hart

Gunnar Nielsen spældi frá 2009 til 2012 við Manchester City, har hann spældi og vandi saman við Joe Hart, ið tóktist eiga sín lut í 2-1 málinum, tá hann fekk hondina á skotið frá Kolbeinn Sigþórsson.

 

- Eg haldi Joe Hart iðrar seg, tá hann fær so nógv av hondini á bóltin. Eg havi altíð samhuga við málmanskollegunum, og eg kenni Joe Hart frá Manchester City tíðini. Hann hevur ikki havt eitt gott EM. Har eru eini tvey mál, sum hann helst hevði tikið á einum góðum degi, sigur Gunnar Nielsen.

 

Føroyski landsliðsmálverjin hevur eisini uppliað ensku miðlarnar, ið ikki spara upp á krútið.

 

- Um eg kenni miðlarnar í Onglandi rætt, so verða spælararnir slaktaðir, sigur Gunnar Nielsen um ensku landsliðsspælararnar, ið nú skulu heima at greiða frá hvussu teir kundu tapa fyri Íslandi.

 

Ísland skal hinvegin til París at spælka fjórðingsfinalu móti Fraklandi.