Ein 40 ára gomul føroysk kvinna er løgd í koma, eftir at eldur kom í eitt studentabýli á Amager í Keypmannahavn.
Løgreglan sigur við Politiken, at fest varð í eina rakett, sum sprændi eldkúlur í sær og tær festu í klæðir og bøkur og annað, sum stóðu uttanfyri, beint undir einum vindeyga.
Men tá ið rúturin sprongdist, breiddi eldurin seg skjótt í einum kamari, har ein 40 ára gomul føroysk kvinna var inni.
Boð mátti sendast eftir roykkavarum, sum fóru inn á kamarið og fingu kvinnuna út og hon varð alt fyri eitt flutt á Ríkissjúkrahúsið, har hon varð løgd í koma.
Hon er roykeitrað og hevur brent seg í andlitið, men er ikki í lívsvanda.
Løgreglan sigur við Politiken, at enn vita tey ikki, hvør festi í rakettina, so nú verður bíðað eftir, at kvinnan kann avhoyrast.
Eldurin var so nógvur, at tvey studentakømur eru heilt oyðiløgd og fýra onnur eru so illa farin, at tað ber ikki til at búgva í teimum.
Ongin annar fekk skaða, men feiri onnur fólk vórðu flutt úr kømrunum á studendabýlinum, sum er við Hotel Bel Air á Løgtegårdsvej á Amager.










