Óførur kalvi

Tað er sjáldan at ein sær slíka sjón, sum her á bryggjuni í Vestmanna seinasta hósdag. Útróðrarbáturin "Helgi" hevði verið við kalvalínu, og hevur havt rokfiskiskap, má sigast.
Fongurin vá íalt 4.300 pund. Nevnast kann, at størsti kalvin vigaði 295 pund og var 220 cm langur.