Førum Fram

Ítróttarsamband Føroya stendur í dag á gáttini til olympiska viðurkenning. Olympiska rørslan er alheims ítróttarsambandið, ið viðurkennir altjóða sersambond og ítróttarsambond úr einstøku londunum. Treytirnar, ÍSF skal lúka, eru partvís at umboða eitt land.

Ítróttarsambandið hevur tryggja sær stuðul frá norðurlendsku ítróttarsambondunum og olympisku nevndunum, eins og frá teimum altjóða sersambondunum innan ítrótt, har føroyingar eru viðurkendir. Vit hava nú fingið greiða váttan um, at danski forsætisráðharrin eisini stuðlar umsókn okkara. Tí skuldi heldur ongin politisk forðing verið fyri viðurkenning.
Fremstu treytirnar fyri limaskapi eru tó, at Ítróttarsamband Føroya er altjóða viðurkent í øðrum høpi, og at før-oysku sersambondini eru limir í teimum altjóða sersambondunum.
Ítróttarsamband Føroya er limur í fleiri øðrum altjóða ítróttarsamgongum, millum annað ENGSO, European Non-Governemental Sports Association og De Nordiske Fælleskommitéer, samgonguni av norðurlendskum ítróttarsambondum og olympiskum nevndum. Ongin mótstøðu hevur verið frá nøkrum europeiskum landi móti hesum viðurkenningum.
Føroysku sersambondini hava vunnið sær umboðan og viðurkenning frá altjóða ítróttarsambondunum innan hesar ítróttargreinar: badminton, borðtennis, fótbólt, flogbólt, hondbólt, judo, skjóting, svimjing og ikki at gloyma ítrótt fyri brekað - har vit longu hava vunnið olympiskt gull. Føroyingar gera seg galdandi altjóða sum leikarar, altjóða dómarar og sum limir í tekniskum nevndum.
Tað er Føroya íðkandi ungdómur resti, sum hevur avrikað tær veruligu fortreytirnar fyri føroyskari olympiskari viðurkenning.
Føroyska umsóknin var latin inn fyrst í 1980 árunum. Olympiska nevndin góðkendi tá viðtøkurnar hjá Olympisku Nevnd Føroya. Men tá luku vit ikki treytirnar um viðurkenning innan nóg nógv altjóða sersambond. Síðani tá er Olympiska Nevnd Føroya løgd saman við ÍSF, sum tí nú eisini er Olympiska Nevnd Føroya. Nú eru teknisku treytirnar loknar - níggju føroysk sersambond eru altjóða viðurkend, minstakravið er einans fimm slíkar viðurkenningar.
Føroyska umsóknin er ein framhaldandi viðgjørd umsókn. Síðani hon á fyrsta sinni varð latin inn, eru íatróttarsambond umboðandi fýra ikki-fullveldislond viðurkend.
Føroyska viðurkenningin velst nú um føroyskt samanhald og um royndir okkara at vísa á, at vit kunnu vera við á altjóða leikvøllinum, bæði ítróttarliga og fyriskipanarliga. Vit heita tí á allar føroyingar um at standa saman tvørturum øll vanlig hugsjónarlig mørk og steðga øllum illgitingum og negativari skriving um føroysku royndirnar.
Føroysk ítróttarfólk hava viðurkenningina uppiborna.
Føroyar Framá, í ítrótti vinn!
Saman standa vit stinn!

Við ítróttarkvøðu

Heðin Mortensen, Forseti í Ítróttarsamband Føroya, og Anfinn Kalsberg, løgmaður, Verji hjá ítróttarsambandi Føroya