Fóru undir venjingina í góðari venjing

Bátsformaðurin umborð á Ørnini heldur, at tað er komið væl við hjá teimum, at tær høvdu venjing frá hondbóltinum

Sølja Jóanisdóttir, bátsformaður umborð á Ørnini, var saman við bátsfeløgunum sera væl nøgd við avrikið, sum tær høvdu sýnt á vánni í Klaksvík. Men hon var ikki ovfarin av, at tær høvdu vunnið:
-Vit hava vant nógv, og tað kom væl við hjá okkum, tá ið vit fóru undir venjingina, at nógvar okkara høvdu vant og spælt hondbólt í vetur, sigur Sølja Jóanisdóttir.