Fríggjanáttina, tá klokkan nærkaðist fýra á nátt, fekk løgreglan á Tvøroyri eina fráboðan um harðskap, sum var farin fram á vegnum uppi á Hovsegg.
Tveir vóru komnir til ilnar og fóru eisini til hendurs. Menninir vóru báðir ávirkaðir av rúsdrekka, tá hendingin fór fram. Annar hevði sligið hin so illa við nevanum í andlitið, at hann mátti á sjúkrahúsið til kanningar, men hann fekk tó ongan stórvegis skaða. Teir báðir eru miðskeiðis í 20-unum.
Teir vóru í einum bili við fleiri fólkum og koyra suðureftir. Førarin steðgar bilinum, tá menn aftanfyri eru komnir til ilnar. Teir fara so út og fara teir til hendurs.
Løgreglan var ikki á staðnum, men tosaði við persónin, sum endaði á sjúkrahúsinum. Hesin hevur greitt frá, hvør tað var, sum framdi harðskapin móti sær, men løgreglan hevur enn ikki tosað viðkomandi.
Ferðsluóhapp í Froðba
Leygarkvøldið hevði løgreglan í Suðuroy eitt ferðsluóhapp at taka sær av. Tað var ein ungur maður, sum var farin útav vegnum í Froðba. Hann var einsamallur í bilinum, tá hann koyrdi úteftir.
Maðurin fekk ikki stóran skaða, og bilurin er nakað farin. Løgreglan sigur seg ikki kenna orsøkina til óhappið enn. Tó eru blóðroyndir tiknar av manninum, og tí ber til at fáa staðfest, um hann var ávirkaður av rúsdrekka.










