Tá skúlarnir byrjaðu aftur í farnu viku, lat Skopunar skúli upp aftur í n
Nógv stóð á seinastu tíðina og arbeitt var til seint út á kvøldið seinastu dagarnar. Sunnukvøldið áðrenn skúlabyrjan vóru vaskifólk á skúlamorgun nærum til ljósan morgun, fyri at tryggja, at alt var klárt, tá næmingarnir skuldu byrjað.
Tað gekk, og næmingarnir úr gamla skúlanum umframt teir fimm, ið byrjaðu í 1. flokki, kundu trína inn í ein spildurnýggjan bygdaskúla í Skopun.
Nýggi tilbygningurin rúmar trimum skúlastovum, einum rúmi til heimkunnleika, vátrúmi og WC við brúsu. Sostatt eru nú seks skúlastovur í skúlanum. Verkætlanin at útbyggja skúlan fór í gongd longu í 2008, men gongd kom ikki í arbeiðið fyrr enn í fjør.
Tað er í stóran mun fyritøkur í Skopun, sum hava staðið fyri arbeiðinum.










