Fleiri fjølmiðlar royndu undan tíðindafundinum hjá Karsten Hansen fríggjamorgunin at gita, hvør avgerðin hjá honum fór at verða. Norðlýsið gitti hóskvøldið, at Karsten fór at velja Miðflokkin. Fríggjamorgunin vildi Útvarpið verða við, at Karsten fór at velja Sjálvstýrisflokkin. Sosialurin segði seg vita frá álítandi keldum, at Karsten fór upp í Miðflokkin. Tá avgerðin varð kunngjørd, kundi tað endaliga staðfestast, at Karsten hevði valt Miðflokkin