Færri á val í Klaksvík

Valluttøkan í Klaksvík sær út til at verða lægri í ár enn til seinasta val. Klokkan 19 høvdu 2591 fólk verið á val Karl Johannesen, formaður í valstýrinum í Klaksvík, sigur við Portalin, at klokkan sjey í kvøld høvdu 2591 fólk verið á val. Hetta svarar í prosentum til 74 prosent av veljarunum. Fyri fýra árum síðani høvdu 2829 ella 81% verið á vali somu klokkutíð.

Nógv fólk eru tó í høllini, nú klokkan nærkast hálvgun átta, so ikki ber til at siga, hvussu endaliga vallutøkan verður.

Karl Johannesen væntar at uppteljingin verður liðug millum klokkan hálvgun tíggju og trý korter til tíggju í kvøld.