Færri uppsagnir á Tvøroyri

Tað verður ikki neyðugt at siga so nógvum starvsfólkum á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi upp, sum upprunaliga ætlanin var.

Tað er greitt eftir at Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, nú hevur sett tiltøk í verk fyri at avmarka uppsagnirnar, samstundis sum bøtt verður um eldrarøktina í Suðuroy.

Upprunaliga var ætlanin at skerja játtanina til ellis- og røktarheimið á Tvøroyri so nógv, at eini 9-10 ársverk máttu sparast burtur. Av tí, at so nógv arbeiða parttíð, hevði talan - leysliga mett - verið um eini 15 fólk, sum mistu arbeiðið.

Hetta kemst av, at tey átta tvíkømrini á ellis- og røktarheiminum skulu verða einmanskømur, og sostatt verða tað átta búfólk færri.

Men nú hevur Annika Olsen gjørt av at brúka ein part av rakstrarkostnaðinum frá eldrasambýlinum á Tvøroyri til at umskipa aðru hædd á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi til eina deild til minnisveik við 11 búplássum.

- Sostatt verður ikki neyðugt hjá stýrinum fyri røktarheimið á Tvøroyri at siga eins nógvum fólkum úr starvi, sum tey hava boðað frá, sigur Annika Olsen.

Skoytast kann uppí, at ein partur av peninginum frá eldrasambýlinum á Tvøroyri eisini verður brúktur til at seta á stovn nýtt vart dagtilhald í Suðuroynni til rørslutarnaðar borgarar, eitt nú minnisveik.

- Hetta fer at bøta munandi um tørvin á røktarheimsplássum í oynni og fer at virka við til, at fólk hava møguleika at vera sum longst í egnum heimi, sigur landsstýriskvinnan.

Hetta verður gjørt eftir, at sambýlið fór í luftina í ódnini í november, og Tvøroyrar býráð hevur samtykt, at sambýlið verður ikki gjørt aftur.

Fyribils eru tey fimm búfólkini á sambýlinum flutt á Hamragarð í Vági, har avtalan er, at tey kunnu vera til hin 1. februar, men enn hevur Nærverkið ikki tikið støðu til eina langtíðarloysn fyri hesi fólkini.