Tey seinastu árini er tað vorðið alt meira vanligt, at feløgini hava fingið sær fleiri og fleiri útlendskar leikarar í vón um at teir fóru at styrkja um á besta liðnum. Talið av fremandum monnum økti serliga um í fjør, tá ið tað bleiv loyvt at nýta fýra útlendingar í hvørjum felagi í staðin fyri tveir. Í 1999 spældu 26 fólk úr øðrum londum í føroysku 1.deild, sum gjørdist met higartil. Men í ár er talið av útlendingum er ikki so høgt kortini. Í dag eru 22 teirra (leikandi venjarar íroknaðir) skrásettir í 1.deildarfeløgum, og 20 vóru at síggja á vøllinum mánadagin.
Ellivu útlendingar, ið vóru við í kappingini-99, eru farnir av landinum. Ein (pólverjin Tomasz Przybylski) skal framhaldandi spæla við ÍF, men hesaferð í 2.deild, og møguliga fer venjarin hjá sumbingum Milan Cimburovic aftur at hjálpa sínum bygdarmonnum úr Royn í næstbestu deildini (jugoslavin býr í Hvalba). Hann leikti ein dyst við NSÍ í byrjanuni av kappingini í fjør. Ellivu fremmandir menn halda fram við somu liðunum, meðan tveir teirra hava skift felag (jugoslavin Tomislav Sivic og pólverjin Robert Cieslewicz). Hesin seinni er tann einasti ikki føroyingur, sum skoraði í 1.umfari. Hann gjørdi sigursmálið í Sumba fyri nýggja felag sítt, VB.
GÍ og NSÍ ætla sær als ikki at brúka útlendska arbeiðsmegi í 2000, men teir í HB (og eisini uppflytarar úr FS Vágum) gera tað fyri fyrstu ferð í langa tíð.
Bert ein málmaður (Waldemar Novicki úr Póllandi, ið á fótbóltshópi langt síðan er blivin føroyingur) er skrásettur í 1.deild í ár, í mun til fýra í 1999.
Fimm út og fýra inn
Eingin leikari úr Danmørk, Onglandi, USA, Bulgaria og Ungarn spælir í føroysku 1.deild longur. Men fyri fyrstu ferð í søguni komu litavar henda vegin at spæla. Svenskarar høvdu ikki verið at hitt á fótbóltsvøllum í heimligu kappingum í Føroyum í nógv ár.
Merkisvert er, at av teimum átta feløgunum, ið hava lúttikið í 1.deild trý tey seinastu árini, bert tey bæði suðuroyarliðini, VB og Sumba, hava uppbrúkt tað loyvda talið av útlendskum leikarum í hvørjari kapping. Sumbingar høvdu tó bert tríggjar útlendingar á vøllinum í 1.umfari.
ie









