Færri tiltøk á Eystanstevnu

Um vikuskiftið verður Eystanstevnan 2020 skotin í gongd. Hesaferð er skráin ikki so fjølbroytt sum undanfarin ár, orsakað av samfelagsligu fyrivarnunum og undantaksreglunum, ið enn eru í gildi, skrivar Runavíkar kommuna í tíðindaskrivi

Fyriskipararnir hava lagt dent á, at okkurt skal vera at koma til hjá stevnugestum og ikki minst hjá teimum, sum búgva í økinum.

Hósdagin verður stevnudystur millum umsitingarnar hjá Nes og Runavíkar kommunu, seinni um kvøldið verður ein golf-kapping omanfyri Hústoft.

Fríggjadagin fer Hans Marius Ziska at syngja og spæla, og eftir hetta verður setanin saman við hornorkestrinum Nes Sóknar Musikkfelag. Betri-deildardysturin millum NSÍ og AB verður fríggjakvøldið við Løkin.

Leygardagin vera nógv umrøddu Runutusk kappingarnar. Talan er um fleiri kappingar, býttar í aldur og bólkar. Við Doktaragarðin verður ein forkunnugur Urtagarðsdagur. Seinnapartin verður barnaróður og FM róður. Seinni um kvøldið verður syngið við á torginum við býráðshúsið, og eftir hetta verður midnáttarsamkoman við luttøku av hornorkestrinum og Dáva Høgnason sum gestarøðara. 

Sunnudagin verður kappsigling millum 4-5 mannafør.