Færri tilburðir av koronu í gjár

Øll eru avbyrgd, sigur landslæknin

 

Í gjár vórðu fýra tilburðir afturat av koronu, staðfestir.

Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Tað fór annars ein skelkur ígjøgnum samfelagið, tá ið 19 tilburðir vórðu staðfestir í fyrradagin, men í gjár lækkaði talið so niður aftur á fýra tilburðir

Landslæknin sigur, at allir tilburðirnir eru í  smittuketum, sum Landslæknin fylgir. tey eru øll avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.   

Í gjár vórðu 1060 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru greinaðar. Í alt eru 197.487 kanningar nú gjørdar í Føroyum.

Nú hava tilsamans 605 fólk fingið staðfest koronu í Føroyum. Í alt eru 541 fólk frísk aftur, og sostatt eru 64 fólk smittað í løtuni.

Í løtuni er eitt fólk innlagt á Sjúkrahúsverki Føroya við koronu.