Í januar vóru 25.079 løntakarar. Hetta eru 651 færri enn fyri einum ári síðani. Afturgongdin svarar til 2,5%. Størst afturgongd í Norðoya sýslu
Í øllum sýslum eru nú færri løntakarar. Mesta afturgongdin var í Norðoya sýslu, har løntakaratalið lækkaði við 209 sum svarar til eina minking upp á 6,8%. Eisini í Suðuroyar- og Vága sýslu vóru færri løntakarar. Afturgongdin har var ávíkavist 4,3 og 4,8%.
Afturgongdin størst millum tannáringar
Tá løntakararnir verða skipaðir eftir aldursbólkum, vísir tað seg, at á leið helvtin av minkingini er millum tannáringar. Í januar 2008 vóru 9 av 100 løntakarum tannáringar, men eitt ár seinni vóru teir 8 av 100.
Eisini í aldursbólkinum 25 til 54 ár er afturgongd. Í januar í ár vóru 425 løntakarar færri í hesum aldursbólki. Tá talan er um eldru aldursbólkarnar er gongdin hin øvugta. Løntakararnir 55 ár og eldri eru í støðugum vøkstri. Síðan 2006 eru 13% fleiri løntakarar í elstu aldursbólkunum, skrivar Hagstovan á heimasíðu síni.