Færri svenskir avíslesarar

Tað verða alsamt færri fólk, ið lesa pappírsavísir minst fimm dagar um vikuna, vísir ein nýggj kanning, sum er gjørd í Svøríki. Tað skrivar svenska TT-tíðindastovan.

Kanningin staðfestir eitt fall í øllum aldursbólkum, umframt at hon vísir, at tað eru tey eldru og tilkomnu, ið halda fast við pappírsavísir, samstundis sum tey yngru ikki gera tað.

Trý av hvørjum fýra spurdum, sum vóru 65 ár ella eldri, lesa pappírsavísir minst fimm dagar um vikuna, og so fellur talið, jú yngri tey spurdu eru, og bara 22 prosent av teimum 16 til 29 ára gomlu lesa pappírsavísir regluliga.

Tað er SOM-stovnurin á universitetinum í Göteborg, ið fæst við at gera ymsar kanningar viðvíkjandi samfelag, meiningum og miðlum, hevur gjørt kanningina.

Ein onnur kanning hjá svenska fakblaðnum, Journalisten, vísir somu gongd, tí eftir henni er talið á svenskarum, sum javnan lesa pappírsavísir, fallið úr 80 niður í 59 prosent.