Samstundis sum roknskapurin hjá Danske Bank vísir eitt avlop í 2011, kunnger bankin, at um trý ár skulu 2.000 fólk færri arbeiða í bankanum. Sum er eru 21.320 fulltíðarstørv í bankanum og hansara dótturfeløgum.
Roknskapurin fyri 2011, sum varð almannakunngjørdur í gjár, vísir, at Danske Bank hevði 4,2 milliardir krónur í avlopi fyri skatt. Eftir skatt var avlopið 1,7 milliard krónur.
Fráfarandi stjórin, Peter Straarup, sigur í viðmerking til 2011-roknskapin, at óstøðug viðurskifti seinna hálvár í fjør gjørdu, at ársúrslitið bleiv ikki so gott, sum leiðslan í bankanum væntaði, tá árið byrjaði.