FSF-roknskapur
Eitt hall á 287 tkr. mótvegis einum yvirskoti á 2.539 tkr. í 2004. Tað er úrslitið á botnlinjuni í FSF-roknskapinum, sum verður lagdur fyri aðalfundin leygardagin.
Hetta skal sammetast mótvegis løgdu fíggjarætlanini, sum sýndi eitt yvirskot á 411 tkr.
Talan er tó ikki um nakra penganeyð í FSF hóast hallið. Eginpeningurin telur góðar 18 mió kr. av samlaðu ognini á 23,5 mió kr. Langfreistaða skuldin er bara 1.679 tkr., og verða avsetingar roknaðar frá, er talan heldur ikki um stórvegis stuttfreistaða skuld.
Áskoðararnir vóru færri
Størsta einstaka orsøkin til frávikið var, at áskoðarainntøkurnar hjá FSF vóru væl minni enn tað, sum roknað varð við.
Í fjør vóru hesar 1.362 tkr., og tað er væl minni enn tær 2.033 tkr., sum streymaðu í kassan í 2004.
Í allar aðrar mátar tóktust inntøkur og útreiðslur at fylgja løgdu ætlanini hampuliga væl. Roknskapurin er tó eisini merktur av, at Fótbóltssambandið í ávísum førum hevur hugsað longur enn bara til árslok 2005. Eitt nú eru 480 tkr. útreiðslurførdar til MaFF-grunnin. Hetta er grunnurin, har feløgini kunnu søkja um stuðul til fyrisitingarlig endamál, nú tey krøvini eru munandi herd. Sama upphædd verður eisini avsett í 2006, soleiðis at samlaða stovnsfæið í grunninum verður úti við milliónina.
Sjónvarpsavtalan kostar
Tað man ikki vera sørt, at nevndin í FSF kann iðra seg nakað um, at tey fyri tveimum árum síðani gjørdu eina broytta avtalu við sports-five, sum umsitur sjónvarpsrættindini til føroyska fótbóltslandsliðið.
Útgjaldið eftir nýggju avtaluni er í nógv minni mun tengd at, hvørji mótstøðulið Føroyar fáa í lutakastinum til undankappingar. Orsøkin til, at FSF valdi hesa loysn, var sjálvandi, at vandin fyri fíggjarligari vanlukku í einum lutakasti tá verður mest sum elimineraður. Men hinvegin merkir tað eisini, at møguleikin at skora tann heilt stóra vinningin hvørvur.
Og tað kundu Føroyar gjørt í ríkiligt mát. Við seinastu undankapping var Frakland í okkara bólki. Og tað eru teir aftur hesaferð - enntá saman við Italia. Ein samanseting, sum helst vildi oyst pengar í FSF-kassan eftir gamla sáttmálanum, men altso ikki eftir tí nýggja.
Men útfallið av lutakasti ber sjálvandi illa til at spáa um. Og høvdu Føroyar kanska fingið tvær ferðir Kekkia heldur enn Frakland hesar báðar seinastu ferðirnar, vildu øll verið fegin um stabilitetin, sum nýggja avtalan inniber.









