Færri roykja men fleiri fáa lungnakrabba

Tøl hjá svensku heilsumyndugleikunum vísa, at síðani miðskeiðis í 1990-árunum er talið á sjúklingum við lungnakrabba vaksið 41 prosent í Uppsala og Örebro-økinum, sjálvt um roykjararnir eru vorðnir munandi færri.

Hagtølini vísa, at í 1995 fingu 598 fólk í økinum staðfest lungnakrabba, og at í fjør var talið 845.

Yvirlæknin Gunnar Wagenius, sum hevur kannað viðurskiftini, sigur, at ein frágreiðing kann vera, at fleiri fáa ikki lungnakrabba, fyrr enn tey hava roykt í fleiri áratíggju. Men tað er ikki øll frágreiðingin, sigur hann.

-Okkurt bendir á, at tað er ikki bara roykingin, sum ger, at vit fáa fleiri tilburðir við lungnakrabba, men hvat tað er, sum ávirkar gongdina, er framvegis ein gáta, sigur Gunnar Wagenius við blaðið Upsala Nya Tidning.