- Í fjør vár hoyrdu vit so nógv fyri, at prísirnir skuldu vera ov lágir, og at hetta var ein orsøkin til, at fiskimenn ikki tímdu so væl at taka rogn. Vit vistu, at hetta var ikki rætt. Kortini gjørdu vit av at hækka prísin á upsarognum úr 8 krónum upp í 12 krónur fyri kilo. Hóast hesa príshækking, hava vit fingið munandi færri rogn í ár enn í fjør, sigur stjórin á Kovanum Várið er rognatíð, og samstundis er hetta tíðin, tá niðursjóvingarvirkið Kovin í Sandavági keypir rogn niðurfyri til árligu framleiðsluna. Kovin er ein stórur keypari av upsa-og toskarognum, men tað eru eisini aðrir, sum keypa rogn til útflutnings.
Á heimasíðuni hjá Føroya Reiðarafelag verður víst á, at prísurin á rognum er góður.
- Prísurin fyri upsarogn frá trolarum er komin heilt uppí 12 krónur fyri kilo, og prísurin á toskarognum, sum útróðrarbátar og línuskip koma við, liggur millum 15 og 20 krónur fyri kilo á Fiskamarknaði Føroya, veit heimasíðan at siga.
Albert Ari Thomasen, stjóri á niðursjóðingarvirkinum Kovanum í Sandavági, dylur ikki fyri, at tað er virkið hjá teimum, sum hevur trýst prísin á upsarognum upp.
- Í fjør vár hoyrdu vit so nógv fyri, at prísirnir skuldu vera ov lágir, og at hetta var ein orsøkin til, at fiskimenn ikki tímdu so væl at taka rogn. Vit vistu, at hetta var ikki rætt, tí okkara prísir hava ligið væl í mun til rognaprísir í londunum rundan um okkum. Kortini gjørdu vit av at hækka prísin á upsarognum úr 8 krónum upp í 12 krónur fyri kilo.
Hann sigur, at hetta kortini ikki hevur gjørt, at menn tíma betur at taka rogn.
Tvørturímóti.
- Higartil í ár hava vit keypt einans 10 tons av upsarognum, men longu 25. januar í fjør høvdu vit keypt 80 tons. Tað merkir, at økti prísurin hevur ikki gjørt, at skip og bátar eru komin til lands við fleiri rognum enn áður.
Ari sigur, at tá ið Kovin setti prísin upp í 12 krónur fyri kilo, fingu aðrir keyparar ov fá rogn ? og noyddust tískil at geva meira, um Kovin ikki skuldi fara avstað við øllum.
- Og so koyrir ?prískarusellin?, leggur hann aftrat.
Kovin keypir rognini beinleiðis frá bátum og skipum og um uppboðssøluna.
- Vit skulu helst hava eini 230 tons av rognum, men eg noyðist at siga, at tað gongur ófatiliga illa at fáa fatur á hesi nøgd.
Hann sigur, at ein orsøk til, at tey fáa so smáar nøgdir av upsarognum er, at allir partrolararnir nú hava kryvjimaskinu, og tey rognini skoytir virkið ikki um, tí tey kunnu ikki brúkast.
Meginparturin av upsarognunum, sum Kovin keypir, koma tískil frá snellubátum og útróðrarbátum.
- Tað sær svart út við teimum 230 tonsunum í ár, men vit seta okkara álit á norðhavsróðurin. Tó er mangt, sum bendir á, at vit ikki fara at røkka hesi nøgdini, og tað er harmiligt.
Rogn er eisini peningur. Tað skerst ikki burtur.
- Eg haldi, at menn tíma ov illa at taka rogn, tí har fiskurin kortini verður kruvdur við hond, er tað meira ein spurningur um, hvar innvølurin fer - í havið ella í ein kassa. Tekur manningin 5 tons av upsarognum ein vanligan ísfiskartúr, er talan um 60.000 krónur, sum annars fara í havið, og tað er skilaleyst og stór skomm fyri okkum sum fiskivinnusamfelag.
Hann heldur, at nakrir møguleikar eru at gera hetta øðrvísi og betur.
- Ein er, at vit fáa eina betri tekniska loysn, so rognini ikki farast undir kryvjing. Annar er, at vit gera sum íslendingar og føra fiskin ókruvdan til lands ? ella í triðja lagi, at reiðarar sleppa at seta einar tveir útlendingar umborð á skipini at kryvja fiskin, so rognini kunnu koma til høldar, sigur stjórin á niðursjóðingarvirkinum í Sandavági, Albert Ari Thomasen.
Á Kovanum arbeiða í løtuni eini 12 fólk.










