Líka síðan í 2003 er rækjustovnurin minkaður, og hann minkar framvegis.
Tað sigur grønlendska útvarpið frá lívfrøðingunum á grønlendska náttúrustovninum.
Teir mæla til, at rækjukvotan í Vesturgrønlandi næsta ár í mesta lagi verður 80.000 tons.
Í ár varð tilmælið ikki at fiska meira enn 90.000 tons.
Nýggja tilmælið byggir á, at rækjurnar hava verð minni, og haraftrat etur toskur nógvar rækjur.
Kanningar vísa, at nøgdin av rækjum er fallin líka síðan 2003, og fallið hevur verið stórst uttanskers. Stovnurin er nú á leið sum seinast í 90-árunum, tá ið fiskað vórðu 80.000 tons. Og tað er tilráðingin frá lívfrøðingunum, at kvotan skal verða næsta ár.
Mælt verður til, samlaða rækjukvotan í Eysturgrønlandi verður óbroytt 12.400 tons næsta ár.