Evropanevndin hjá danska Fólkatinginum kunngjørdi herfyri, at hon hevði gjørt av at játta meiri pengar til at geva dønum betri upplýsing um ES, men nú vísir tað seg koretini, at játtanin í veruleikanum er skerd, skrivar Politiken.
Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2005 stendur, at stjórnin ætlar at nýta 60 milliónir krónur til ES-upplýsing tey næstu trý árini, og tað eru 10 milliónir krónur minni enn upprunaliga ætlað. Formaðurin í Evropanevndini, sosialdemokraturin Claus Larsen-Jensen, harmast avgerðina, men leggur afturat, at so ræður um at fáa so mikið meiri burtur úr pengunum.
Umframt játtanina til ES-upplýsing hevur stjórnin gjørt av at nýta 25 milliónir krónur til at greiða dønum frá grundlógini hjá ES, sum danir einaferð skulu taka støðu til á einari fólkaatkvøðu.