Færri og størri eimskip

Saman við íslendska stórabeiggjanum spennir Eimskip Føroyar seg nú rættiliga út. Tvey stór bingjuskip fara í næstum at røkja siglingina, og flutningstíðin til Rotterdam verður stytt við tveimum døgum

Fyrst í oktober verður øll siglingarætlanin hjá Eimskip løgd um. Henda broytingin førir við sær, at tvey skip fara at røkja siglingina til og úr Føroyum, sum í dag verður røkt av fýra skipum. Og rutukervið verður eisini broytt.

Á skrivstovuni hjá Eimskip Føroyar ivast tey ikki eina løtu, at hetta fer at betra tænastuna og geva eitt enn betri reglusemi.

­ Viðskiftafólkini mugu hava vøru sína mánamorgun. Tað hevur eydnast væl higartil, men nýggju skipini, ið bæði eru størri, skjótari og tøkniliga meira framkomin, fara at gera tænastu okkara enn meira álítandi, sigur Linda Gunnlaugsdottir, stjóri á Eimskip Føroyum


Alt teldustýrt

Hvørt av teimum nýggju skipunum tekur góðar 1450 bingjur. Tað ljóðar av nógvum, men tað er kortini ikki so torført at ansa og hava eftirlit við teim mongu køli- og frystibingjunum. Hetta verður nevniliga alt stýrt við eini teldu á brúnni.

Nýggja siglingarætlanin styttir flutningstíðina til Rotterdam úr fýra til tveir dagar. Allur farmur til Bretlands fer umvegis Rotterdam, ið er eitt av knútapunktunum í Europa. Og farmur, ið verður sendir úr Århuus seinast í vikuni, er í Havn mánadagin eftir.

­ Broytingarnar verða gjørdar fyri at tillaga tænastuna til tørvin hjá viðskiftafólkunum. Og sjálvandi eisini fyri at styrkja um kappingarførið hjá felagnum, stendur í tíðindaskrivi frá p/f Eimskip í Føroyum.


Risar

Skipini, ið koma at sigla upp á Føroyar, sigla í dag við bingjum millum Singapore og Australia. Og talan er ikki um nakrar lítlar jollur. Skipini eru 166 metrar til longdar og taka á leið 1450 bingjur ella lasta góð 17.000 tons.

Og ein avleiðing av hesum er, at klaksvíkingar ikki longur fáa eimskipini á vitjan. Kortini lovar Eimskip Føroyar, at norðingar ikki skulu verða við sviðusoð. Teir fáa somu flutningssømdir sum áður.

Nýggja farleiðin hjá Eimskip er ikki endaliga fastløgd, men skipini skulu sigla til Føroyar, Hollands, Týsklands, Svøríki, Noregi, Danmarkar, Føroyar og Íslands.

Nýggju skipini, ið verða sett at røkja siglingina fyrst í oktober, vórðu bygd í 1995 og kostaðu tá 175 milliónir krónur hvørt.;rdi við sær, at Signar á Brúnni flutti 1,6 milliónir krónur til Sjónvarp Føroya úr gjaldføri landskassans. Kanningarstjórin skuldi gera av, um fyrisitingin í málinum var farin fram á lógligan hátt.

Týsdagin var Petur Even Djurhuus liðugur við kanningina, og niðurstøðan hjá honum var púra greið. Signar á Brúnni hevði einki ólógligt gjørt, tá hann gjørdi umstríddu flytingina til Sjónvarp Føroya. Alt var í samsvar við lógir og reglur.

So skuldi málið verið loyst, og Signar á Brúnni skuldi verið settur aftur sum landsstýrismaður. Men so einfalt gjørdist tað ikki.

Fyri næstan tveimum vikum síðani gav løgmaður Tórbirni Jacobsen handanarbrævið omanfyri bøgarðarnar í Kunoy. Við hesum var Torbjørn Jacobsen endaliga settur sum landsstýrismaður í mentamálum, eftir Tjóðveldisflokkurin á innanhýsis fundi varð vorðin samdur um, at nýggjur landsstýrismaður mátti setast fyri Signar á Brúnni.

Eftir situr so ein reinsaður og styrktur Signar á Brúnni, sum ikki sleppur aftur í landsstýrissessin, sum honum varð lovað, um hann varð reinsaður av kanningarstjóranum.