Teir seinastu fimm mánaðirnar hava støðugt fleiri størv verið leys í Danmark, men frá mars til apríl minkaði talið á Jobnet.dk úr 19.200 í 17.550. Hóast minkingina eru tey leysu størvini 2.120 fleiri enn um somu tíð í fjør.
Thomas Bredegaard, lektari á lærda háskúlanum í Aalborg, sigur við DR, at hóast arbeiðsleysir danir hava tað trupult, er tað umráðandi at hava í huga, at tað ber framvegis til at fáa arbeiði. Hann vísir á, at arbeiðsmarknaðurin er ikki steðgaður upp, men at størv verða framvegis lýst leys og sett.
Men umstøðurnar er broyttar. Frá 2004 og til kreppan tók seg upp, hevði Jobnet.dk í meðal 35.000 leys størv um mánaðin.