Færri leiðarar í Føroya Tele

Føroya Tele broytir nú bygnaðin so at tað verða færri leiðarar í fyritøkuni Endamálið er at gera Føroya Tele smidligari og skjótari, so at tað kemur nærri viðskiftafólkunum, og tí hevur felagið skipað seg av nýggjum.

Tað sigur Føroya Tele í tíðindaskrivi.

?Ein telefyritøka sum Føroya Tele noyðist alla tíðina at laga seg til ein marknað í støðugari broyting. Gongdin er, at prísirnir lækka, og menningin gongur skjótt.. Føroya Tele vil ganga á odda fyri at tryggja føroyingum eina tíðarhóskandi menning av tænastuútboðnum. Tað krevur eina smidliga virkisskipan, sigur Kristian R. Davidsen, samtaksstjóri í Føroya Tele.

Nýggi bygnaðurin merkir í høvuðsheitum, at leiðsluliðini í samtakinum verða færri. Við hesum kemur leiðslan tættari at marknaðinum og viðskiftafólkunum.

Føroya Tele verður frameftir skipað í deildirnar Privat, Vinna, Marknaðarføring og Operations (t.e. tøkni og rakstur). Hesar deildir vísa beinleiðis til samtaksstjóran. Harumframt vísa Fíggjardeildin, FT Online og Starvsfólkadeildin til samtaksstjóran.

Øll produkt og tænastur til privatkundan hjá Føroya Tele verða nú undir Jan Mortensen, privatkundastjóra. Produkt og tænastur til vinnukundar hoyra øll til vinnukundadeildina undir leiðslu av Hans Jákup Langgaard.

FT Net heldur fram sum sjálvstøðugt partafelag eins og higartil. Verandi bygnaðurvið FT Net í egnum felagi tryggjar jøvnu kappingingina, har allir veitarar hava javnbjóðis atgongd til netið hjá Føroya Tele við somu prísum, sigur Føroya Tele