Færri løntakarar

Í oktober 2008 var talið av løntakarum 140 fólkum færri enn somu tíð árið fyri, ella ein afturgongd á 0,5 prosent. Í fiskivinnuni er afturgongdin heili 10 prosent. Hetta er triði mánaðurin á rað, at talið á løntakarum er eitt vet lægri enn sama tíðarskeið í 2007. Í oktober 2007 vóru 4.751 løntakarar í fiskivinnuni. Eitt ár seinni vóru 489 færri løntakarar í fiskivinnuni, ella ein afturgongd omanfyri 10 prosent. Í 1995 var talið av løntakarum innan tað almenna 5.946, ella ein triðingur av løntakarunum. Síðan hevur ein javnur vøkstur verið í hesum bólki, soleiðis at talið í oktober 2008 var 9.155 ella 35,7 prosent av øllum løntakarunum, sigur Hagstova Føroya.