Forsetarnir í USA og Russlandi, Barack Obama og Dmitri Medvedev, hava í dag skrivað undir eina nýggja kjarnorkuvápnaavtalu, sum í sær, at londini skulu skerja sínar kjarnorkuvápnagoymslur tey næstu árini.
Avtalan ber í sær, at tey næstu árini skulu londini skerja sínar kjarnorkuvápnagoymslur, soleiðis at tey hava 1.550 spreingiløðingar í part um sjey ár. Í løtuni hava londini 2.200 løðingar í part.
Samstundis binda USA og Russland seg til at skerja talið á rakettum, bumbum og kavbátum, sum kunnu hava kjarnorkuløðingar.










